Føroyska U21-landsliðið fer at gera alt fyri at venjarin, Bill McLeod Jacobsen skal enda við einum sigri

– Vit kunnu vænta okkum eitt føroyskt lið, sum ætlar at geva alt, og harvið enda hesa kappingina við einum sigri. Hetta er eisini síðsti dystur hjá Bill sum U21-venjara, so tað hevði verið fantastiskt at kunna givið honum ein góðan seinasta dyst, sigur Andrias Høgnason Eriksen, liðskipari á U21-landsliðnum, við heimasíðuna hjá FSF.

Fríggjadagin 7. oktober klokkan 15:30 spælir føroyska U21-landsliðið seinasta dystin í hesari undankappingini. Samstundis er hetta síðsti dystur hjá Bill McLeod Jacobsen sum føroyskur U21-venjari, eftir at Bill hevur sitið í sessinium í tíggju ár.

– Bill hevur verið við til at ment nógvar A-landsliðsleikarar, og eg haldi at tað er upp á sítt pláss, at vit geva alt fyri hann fríggjadagin, sigur Andrias H. Eriksen.

Gongdin hjá U21-landsliðnum hevur verið heldur keðilig í hesari undankappingini. Undan seinasta dystinum hevur liðið fingið eitt stig, sum kom á útivølli ímóti Aserbadjan. Tað sá annars leingi út til, at føroyska liðið fór at fáa fulla úrtøku, men í seinastu minuttunum javnaði Aserbadjan til 1-1, sum gjørdist endaliga úrslitið.

– Vit mistu á stokkinum í Aserbadjan, og høvdu vit vunnið tann dystin, so hevði stigatalvan sæð penari út. Onkur stórtap hava verið, og sum heild kunnu vit ikki vera nøgdir við hesa undankappingina. Men kortini haldi eg at liðið og spælararnir hava ment seg nógv gjøgnum kappingina.

– Vit hava eisini havt eitt sindur av útskifting á liðnum í hesari kappingini, og serliga eldri árgangurin hevur kanska ikki verið nóg góður. Tað eru for fáir í árganginum 94-95, sum spæla fast í EFFO-deildini, og tað sæst aftur á U21-landsliðnum. Men teir yngru (føddir í 1996), ið hava fingið møguleikan, eru góðir, og tað sær tí gott út til næstu kapping, sigur føroyski U21-liðskiparin.

Tá Eysturríki og Føroyar fyrr í ár spældu í Wien, endaði dysturin við teprum 1-0 sigri til eysturríkar. Men sjálvt um talan var um ein javnan dyst, so er Andrias kortini ikki í iva um, at tað verður eitt sterkt eysturríkst lið, ið kemur hendan vegin, og at tað er ein stór uppgáva, sum bíðar okkara spælarum fríggjadagin.

Men hinvegin skal heldur eingin ivi vera um, at okkara fara at geva alt, og helst eitt sindur afturat, fyri at hendan undankappingin skal enda væl.

– Vit hava allatíðina roynt at spælt fótbólt, og tað fara vit eisini at gera hesaferð. Og tá tú spælir í føroyska búnanum verður eisini kravt, at man gevur alt, og eitt sindur afturat. Fyrireikingarnar hava eisini gingið væl, so vit hava góðar vónir. Bill skal enda væl, sigur Andrias Høgnason Eriksen at enda við heimasíðuna hjá FSF.

U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Eysturríki verður á Svangaskarði á Toftum fríggjadagin 7. oktober. Ókeypis atgongd er til dystin, sum byrjar klokkan 15:30.