Liðskiparin hjá føroyameistarunum hevur givið avboð til dystirnar móti Kekkia og Kosovo. Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Andriasi Edmundsson

——————

Jákup Biskopstø Andreasen verður ikki við í føroyska ferðalagnum, sum sunnudagin 13. november setir kós móti Kekkia, har A-landsliðið við monnum skal spæla fyrra av tveimum venjingardystum, sum eru á skránni í november mánað.

– Eg eri upptikin við skúlagongd, og tað er orsøkin til, at eg ikki kann vera við hesaferð. Tað er eisini alt í sátt og semju við landsliðsvenjaran, sigur Jákup Biskopstø Andreasen við heimasíðuna hjá FSF.

Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Andriasi Edmundsson, ið spælir fyri spanska felagið, Aguilas FC. Andrias er samstundis tann áttandi spælarin í hópinum hesaferð, ið ikki hevur verið partur av A-landsliðnum áður.

Mikudagin 16. november spæla Kekkia og Føroyar í Olomouc, og leygardagin 19. november spælir føroyska manslandsliðið í Pristina í Kosovo. Báðir dystirnir byrja klokkan 17:00, føroyska tíð, sum er klokkan 18:00 lokala tíð í bæði Kekkia og Kosovo.

Hópurin
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklubb (Noreg)
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Viljormur Davidsen, Helsingborgs IF (Svøríki)
Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)
Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn
Heðin Hansen, HB Tórshavn
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Samuel Johansen Chukwudi, Union St. Gilloise (Belgia)
Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, IL Hødd (Noreg)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Andrias Edmundsson, Aguilas FC (Spania)
Noah Hans Mneney, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Rene Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Stefan Radosavljevic, HB Tórshavn
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)
Pætur Petersen, HB Tórshavn