Føroyar eru umboðaðar í EM-endaspælinum fyri U17-landslið við dreingjum, sum í hesum døgum verður spælt í Aserbadjan. UEFA hevur útnevnt Andrew Christiansen til hjálpardómara í kappingini
EM-endaspælið fyri U17-landslið við dreingjum verður í hesum døgum spælt Aserbadjan, og føroysk luttøka er við í kappingini. UEFA hevur útnevnt 8 dómarar og 12 hjálpardómarar frá londum, ið ikki luttaka í kappingini, og teirra millum er føroyski hjálpardómarin, Andrew Christiansen, sum við ársbyrjan fekk góðkenning sum FIFA-hjálpardómari.
Umframt at hava verið á fyrireikingarskeið hjá UEFA, so hava føroysku altjóða dómararnir, Alex Troleis, Petur Reinert, Dan Højgaard, Regin Egholm og Andrew Christiansen havt aðrar altjóða dómarauppgávur í ár. Men útnevningin til eitt EM-endaspæl er kortini ein av teimum størstu avbjóðingum, ið ein føroyskur hjálpardómari hevur fingið frá UEFA.
Men áðrenn Andrew Christiansen fór avstað, skuldi Fótbóltssamband Føroya senda váttan fyri, at Andrew hevur klárað FIFA testina, sum nýliga er gjørd. Komin til Aserbadjan varð FIFA test aftur á skránni, og teir, ið ikki kláraðu testina, vórðu sendir heim aftur beinanvegin.
Sum væntað kláraði Andrew Christiansen testina, og skal í fyrstu atløgu vera hjálpardómari í tveimum dystum í EM-endaspælinum. Fyrra uppgávan verður hósdagin, tá Andrew, saman við íslendskum dómara, estiskum hjálpardómara og 4. dómara úr Aserbadjan, skal leiða dystin millum Ukreina og Týskland.
Næsti dystur hjá Andrew Christiansen verður fríggjadagin, tá Frakland og Danmark fara á vøllin. Til hendan dystin verður finskur dómari, estiskur hjálpardómari, meðan 4. dómarin er úr Litava.
Londini, ið luttaka, eru Aserbadjan, Belgia, Portugal, Skotland (Bólkur A), Bosnia/Hersigovina, Eysturríki, Týskland, Ukreina (Bólkur B), Danmark, Frakland, Ongland, Svøríki (Bólkur C), Holland, Italia, Serbia og Spania (Bólkur D).
EM-endaspælið 2016 fyri U17-landslið við dreingjum verður spælt frá 5. til 21. mai, og leggjast kann afturat, at Eurosport 2 sendir beinleiðis frá kappingini.