Sámal Erik Hentze hevur valt at spæla dystin móti Montenegro við somu byrjunaruppstilling, sum argaði spaniólar í farnu viku


Tá føroyska U21 landsliðið kl. 17.00 tekur ímóti Montenegro á Svangaskarði, verður tað við somu byrjunaruppstilling, sum í dystinum móti Spania hóskvøldið. Føroyska avrikið í tí dystinum var framúr gott, og við eitt sindur av hepni kundu U21 dreingirnir saktans tikið stig frá spanska oddaliðnum.

Í kvøld ræður tí um at halda góða stimanum, tá Montenegro vitjar á Svangaskarði. Montenegro er undan dystinum á fimta plássi í bólkinum við sjey stigum fyri átta dystir, meðan Føroyar er á sætta plássi við trimum stigum fyri sjey dystir. Tá liðini hittust í Niksic fyri einum góðum ári síðan, vann Montenegro 3-0, harav tvey av málunum vórðu skorað uppá brotsspark. 

Byrjunaruppstillingin til dystin í kvøld:
Rói Zachariassen verður í mál, og í verjuni verða Ari Olsen, Samuel Johansen Chukwudi, Ólavur Niclasen og Daniel Johansen. Á verjukenda miðvøllinum verða Stefan Radosavljevic og Hjalti Kárason Djurhuus, meðan framrættaður miðvallari verður Petur Knudsen, sum eisini er liðskipari. Í høgra borði verður Lukas Giessing, í vinstra borði Adrian Justinussen, og fremsti maður verður Pætur Petersen.

Eykaspælarar: Bárður á Reynatrøð, Dann Fróðason, Hanus Sørensen, Steffan Løkin, Noah Mneney, Arnbjørn Svensson, Pætur Skipanes, Ragnar Samuelsen og Andri Julin Benjaminsen.

Dysturin millum Føroyar og Montenegro byrjar kl. 17.00, og verður vístur beinleiðis á Rás1 hjá Televarpinum. Harumframt sigur FM1 eisini frá dystinum.