Komandi vikuskifti vera ársins steypafinalur á Tórsvølli, og nú er avgjørt, at allar finalurnar verða vístar beinleiðis á Rás1 hjá Televarpinum, og stroymaðar á heimsíðuni hjá FSF
Komandi fríggjakvøld og allan leygardagin verður fult av spennandi føroyskum fótbólti at síggja á Rás1 hjá Televarpinum, sum øll í Føroyum kunnu síggja, og á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.
FSF hevur nevniliga avgjørt, at allar steypafinalurnar verða vístar beinleiðis á Rás1 hjá Televarpinum og stroymaðar á www.fsf.fo.
Og fyri at geva hyggjarunum eina góða uppliving, hevur FSF gjørt avtalu við John Andersen, ið verður frásøgumaður til ungdómsfinalurnar, meðan ungdómslandsliðsvenjararnir verða viðmerkjarar.
– Eg gleði meg veruliga til hesa uppgávuna. Spælararnir fara uttan iva at leggja nógv fyri á vøllinum, og tað ætla vit okkum eisini, so hyggjarin, bæði í sjónvarpi og á netinum, fær eina góða uppliving. Tað er jú ikki á hvørjum degi, at dystir í yngru deildunum verða sjónvarpaðir beinleiðis, sigur John Andersen.
Skráin fyri Steypafinalurnar 2015 er hendan:
Fríggjadagin 28. august
Kl. 17:30 – Gentur U17, KÍ vs B36
Kl. 20:00 – Dreingir U18, NSÍ vs HB
Leygardagin 29. august
Kl. 10:00 – Dreingir U14, KÍ vs HB
Kl. 12:00 – Gentur U14, B68 vs EB/Streymur
Kl. 13:45 – Dreingir U16, NSÍ vs B36
Kl. 16:15 – Steypafinalan kvinnur, KÍ vs EB/Str./Skála
Kl. 19:45 – Løgmanssteypið, NSÍ vs Víkingur