Nú er greitt, at tað verður Alex Troleis, ið skal døma finaluna í kappingini um Løgmanssteypið. Finaluna hjá kvinnum dømir Bjarki Danielsen
Tað verður Alex Troleis, ið skal døma finaluna um Løgmanssteypið. Finalan hesaferð verður ímillum KÍ og Víking.

Alex Troleis hevur dømt í vaksnamannadeildini síðani 2011, og hesi fimm árini hevur 36 ára gamli brasiliumaðurin, búsitandi á Toftum, dømt fleiri enn 250 dystir í føroysku kappingini. Fyrr í ár varð Alex Troleis eisini útnevndur sum nýggjur FIFA-dómari fyri Føroyar.

– Hetta verður ein spennandi avbjóðing, og eg gleði meg sjálvandi til dystin. Tað er heldur eingin loyna, at hesum havi eg arbeitt fram ímóti, og nú er deiligt at fáa møguleikan. Tað hevur eisini gingið væl í hesum kappingarárinum, og tá hugsi eg serliga um, at eg fyrr í ár bleiv útnevndur til FIFA-dómara, sigur Alex Troleis við heimasíðuna hjá FSF.

Hjálpardómarar í finaluni um Løgmanssteypið vera Andrew Christiansen og Dan Højgaard, meðan Dagfinn Forná verður 4. dómari.

Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 27. august, kl. 18:00.

Steypafinaluna hjá kvinnunum dømir Bjarki Danielsen. Hjálpardómarar verða Jón M. Johannesen og Sámal Weihe, og 4. dómari verður Pætur Albinus.

Finalan hjá kvinnunum, sum í ár verður millum HB og KÍ, verður spæld leygardagin 3. september, klokkan 18:00.

Atgongumerkir til finaluna um løgmanssteypið kunnu keypast her: Atgongumerkir/Løgmanssteypið 2016

 

Steypafinalurnar 2016 / Dómarar

26.08.2016

Dreingir U18

NSÍ – HB

Súni Fríði Barbá

27.08.2016

Dreingir U14

HB – B71

Aron Vest

27.08.2016

Gentur U14

EB/Streymur – B36

Kjartan á Gravarbø

27.08.2016

Dreingir U16

HB – NSÍ

Arni Rasmussen

27.08.2016

Løgmanssteypið

KÍ – Víkingur

Alex Troleis

02.09.2016

Gentur U17

KÍ – B36

Oda Andreasen

03.09.2016

Kvinnur

HB – KÍ

Bjarki Danielsen