Talan var um eina javnan dyst, men tá avtornaði vann Albania 3-1 á Tórsvølli týskvøldið. Føroyska málið skoraði Odmar Færø, tá hann javnaði til 1-1 beint fyri hálvleik

——————

Munurin var ikki stórur, men tá tað veruliga kom til skarpskeringar, so vóru albanarnir teir neyvaru, og endin gjørdist ein tepur 3-1 sigur til Albania á Tórsvølli týskvøldið.

Tá 19 minuttir vóru spældir komu albanar á odda, og lítla løtu seinni fingu teir ein gyltan møguleika at økja um leiðsluna, tá dómarin floytaði fyri brotssparki. Men Teitur Matras Gestsson í føroyska málinum stórbjargaði.

Í staðin kundi Odmar Færø javna til 1-1 beint fyri hálvleiki. Føroyar fingu fríspark í vinstra borði, sum Jóan Símun Edmundsson sendi væl inn fyri, og inni í trunkanum var Odmar tann sterkasti, og við pannuni syrgdi hann fyri, at tað stóð á jøvnum í steðginum.

Seinni hálvleikur var bara seks minuttir gamal, tá albanar aftur løgdu seg á odda. Hesaferð var tað Asllani, ið skoraði. Eftir hetta sat føroyska liðið á tí mesta, og okkara koma eisini fram til nakrar góðar støður. Men tíverri fyri okkum, so fór bólturin hvørja ferð skeivu megin stongina.

Albania dúvaði upp á skjótálop, og tað var júst eitt skjótálop sum í yvirtíðini endaði við, at Muci kundi avgera dystin til fyrimuns fyri albanar.

Í hinum dystinum í bólkinum vann Moldova heldur óvæntað 3-2 á heimavølli móti Póllandi, eftir at póllendingar annars høvdu verið á odda 2-0 í steðginum.

Støðan í EM-undankappingarbólki E er nú tann, at Kekkia er fremst við 7 stigum, Albania hevur 6 stig, Moldova hevur 5, Pólland hevur 3, og Føroyar hava 1 stig. Øll, undantikið Moldova, hava spælt tríggjar dystir, meðan Moldova hevur spælt fýra.

Í september skal manslandsliðið á vøllin aftur. Hósdagin 7. september hittast Pólland og Føroyar í Warsawa, og tríggjar dagar seinni spæla Føroyar og Moldova á Tórsvølli.

Myndir: Finnur Justinussen, Heðin Weihe og Hans Erik Danielsen