Nú er greitt hvørji tey 16 londini eru, ið skulu til EM-endaspælið fyri U17-landslið við dreingjum. Sigast má, at føroyska liðið er komið í fínt selskap, og venjarin heldur, at tað er líka mikið, hvørjum londum Føroyar koma í bólk saman við

Týsdagin vórðu seinastu bólkarnir í Úrvalskappingini (Elite Round) spældir, og nú er greitt, hvørji tey 16 londini verða, sum skulu til EM-endaspælið fyri U17-landslið við dreingjum.

 

Kroatia, Bosnia/Hersigovina, Ongland, Frakland, Týskland, Ungarn, Italia, Holland, Noreg, Írland, Skotland, Serbia, Spania, Turkaland, Ukreina og Føroyar verða í pottunum hjá UEFA mánadagin 3. apríl, tá lutakast verður um, hvussu spælast skal í endaspælinum.

 

Vert er at leggja til merkis, at Portugal, sum í fjør vann evropameistaraheitið fyri U17-landslið, ikki hevur spælt seg víðari til endaspælið hesaferð. Sjey av átta 2’arum í Úrvalskappigni sluppu víðari, og tá stóðu portugisar eftir við svartaperi.

 

– Ein bólkur kundi verði Týskland, Spania, Italia og Føroyar. Vit kunnu eisini koma í bólk saman við Hollandi, Ungarn og Bosnia. So tað er eitt sindur líka mikið, hvørjum vit skulu møta, tí talan verður undir øllum umstøðum um tríggjar stórar avbjóðingar og upplivingar fyri okkara framurskarandi ungu og røsku dreingir, sigur Áki Johansen, venjari hjá føroyska U17-landsliðnum.

 

Lutakastið verður skipað soleiðis, at tveir 1’arar og tveir 2’arar úr Úrvalskappingini koma í hvønn bólk. Talan verður um fýra bólkar við fýra londum. Týskland, Spania, Frakland, Holland, Turkaland og Ongland hava vunnið kappingini fyrr. Hesi lond hava altíð rættuliga sterk ungdómslandslið, og eru tí uttan iva millum favorittarnar.

 

– Nú fara vit at fyrireika okkum so væl sum tilber, og tað skal eingin ivi vera um, at vit vera klárir til EM-endaspælið. Dreingirnir hava longu prógvað, at teir eru til reiðar at spæla ímóti øðrum stórum fótbóltstjóðum, og at alt ber til, sigur Áki Johansen við heimasíðuna hjá FSF.

 

EM-endaspælið verður í Kroatia frá 3. til 19. mai.

 

Føroyski U17-hópurin, ið var til Úrvalskappingina á Kýpros – Mynd: www.fsf.fo