Sámal Erik Hentze hevur sent boð eftir Áka Johannesen úr B68 til U21-landsdystirnar móti Armenia og Fraklandi. Áki avloysir liðfelagan, Aleksandur Jensen, ið hevur givið avboð

——————

Á middegi mánadagin setir føroyska U21-landsliðið kós ímóti Jerevan í Armenia, har liðið skal spæla EM-undankappingardyst seinnapartin hósdagin. Seinni dysturin í hesum umfarinum verður mánadagin 6. september, tá fransmenn koma á vitjan á Svangaskarði.

Fyri lítlari viku síðan úttók Sámal Erik Hentze, U21-landsliðsvenjari, hópin til teir báðar dystirnar, ið eru á skránni í næstum. Men venjarin verður noyddur at síggja burtur frá Aleksanduri Jensen úr B68.

Aleksandur fekk ein snudd í dystinum móti 07 Vestur leygardagin, og hevur tískil givið avboð til U21-landsliðið. Í staðin hevur Sámal Erik Hentze sent boð eftir liðfelaginum hjá Aleksanduri, Áka Johannesen.

U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Frakland verður á Svangaskarði á Toftum mánadgain 6. september klokkan 17:30. Atgongumerki á 95 krónur fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.