Góða gongdin hjá Adriani Rúnason Justinussen hevur verið ein hin størsta sólskinssøgan í føroyskum fótbólti í ár, og nú er HB-framherjin eisini tkin út til U21-landsdystin móti Finnlandi

Ein av nýggju spælarunum á U21-landsliðnum til dystin móti Finnlandi fríggjadagin er glóðheiti Adrian Rúnason Justinussen, ið – sum ein annar kong Midas – hevur umskapað alt, hann hevur nomið, til gull hetta kappingarárið.

Álopsspælarin hevur spælt ein av høvuðsleiklutunum í HB-endurreisnini hjá Heimir Guðjónsson, og hevur veruliga fingið sítt gjøgnumbrot í bestu føroysku fótbóltskappingini í ár, eftir at hava sitið mest á beinkinum farnu árini. Hvat er hent?

 – Tað er torført at siga. Heimir hevur víst mær álit, og tað hevur givið sjálvsálit. Og so er tað nokk bara stong inn í ár, meðan tað hevur verið stong út farnu árini, sigur Adrian við heimasíðuna hjá FSF.

Góða spælið fyri oddaliðið í Betri Deildini hevur verið ein av jaligu søgunum higartil hetta kappingarárið, og er heldur ikki farið afturvið borðinum hjá U21-landsliðsvenjaranum, Eli Hentze. Adrian fegnast eisini um at fáa møguleikan.

 – Sjálvandi eri eg glaður fyri at vera við. At umboða sína tjóð er helst tað størsta fyri ein fótbóltsspælara. Nú savna vit okkum um fyrireikingarnar til dystin, og vit meta, at vit hava møguleikan at fáa eitt gott úrslit, sigur framherjin við góða sparkiteknikkinum.

U21-liðið má vera fleiri av stuðulsspælarunum í undankappingini higartil fyri uttan til dystin móti Finnlandi. Millum annað situr Meinhard Olsen, sum hevur skotið trý mál fyri Føroyar í hesari undankappingini, uttanfyri vegna leikbann. Adrian veit ikki, um hann fær spælitíð móti finnum, men hann hevur gjørt tað, hann kann fyri at gera vart við seg hesa vikuna.

 – Tað er torført at siga, hvussu stórur møguleikin er fyri, at eg fái spælitíð. Men eg fari at gera mítt fyri at vísa venjarunum, at eg skal byrja inni fríggjadagin, men í síðsta enda eru tað teir, ið avgera, hvør byrjar.

Dysturin móti Finnlandi verður spældur á Svangaskarði, fríggjadagin klokkan 17.00. Ókeypis atgongd er til dystin.