Í januar komandi ár fer Fótbóltssamband Føroya undir nýggja A-venjaraútbúgving. Tilmeldingarfreistin er mánadagin 2. november 2015
A-venjaraútbúgving, ið er framhald av B-útbúgvingini, byrjar í januar 2016 og endar við próvtøku í mai-juni 2017.

Málbólkurin eru venjarar, ið hava ynski um at venja vaksin og ungdóm, ella høvuðsungdómsvenjarar.

Skift verður alla tíðina millum tað teoretiska og praktiska. Eitt nú fær hvør luttakari ein vegleiðara, sum vitjar nakrar ferðir til venjing og dyst. Skipað verður fyri eini námsferð í útlandinum í eina viku, og luttakararnir koma eisini at gera ymiskt skrivligt arbeiði.

Tann, ið søkir um upptøku á A-venjaraútbúgvingina, skal hava B-venjaraprógv og hollar royndir sum venjari. Kravt verður eisini, at umsøkjarin er venjari hjá liði á hóskandi stigi meðan útbúgvingin fer fram. Hetta kann vera hjá U16 dreingjum ella eldri / U17 gentum ella eldri.

Har afturat verður kravt, at umsøkjararnir hava nøktandi málførleikar. Skeiðsmálið er føroyskt, men eisini er neyðugt at skilja enskt og danskt/norðurlendskt, bæði munnligt og skrivligt. Luttakari kann tó, eftir umbøn, fáa loyvi at skriva á enskum ella donskum/norðurlendskum.

Hetta er fimtu ferðirnar, síðani Fótbóltssamband Føroya fekk A-venjaraútbúgvingina góðkenda av UEFA, at farið verður undir útbúgvingina í Føroyum. Higartil hava umleið 65 føroyskir venjarar fingið A-venjaraprógv.

Kostnaðurin fyri A-venjaraútbúgvingina er 30.000 kr. Íroknað er frálæra, tilfar, kost og námsferð.

Niðanfyri er Innbjóðing til A-venjaraútbúgvingina 2016-17 og Tilmeldingarskjal.

Áhugaðir umsøkjarar skulu útfylla og senda umsóknarskjalið til FSF í seinasta lagi mánadagin 2. november 2015.

Meira fæst at vita um útbúgvingina við at venda sær til Petur Simonsen, tel. 29 19 77 ella teldupost [email protected].

Innbjóðing

Umsóknarskjal (PDF)


Umsóknarskjal (Word)