Mánadagin 5. august klokkan 10:00 verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum. Á skránni er A-landsliðsúttøka hjá kvinnum, sum í næstum skulu spæla EM-undankappingardystir móti Wales og Hvítarusslandi

Hósdagin 29. august klokkan 17:00 setir føroyska A-landsliðið við kvinnum skjøtil á eina nýggja EM-undankapping. Fyrsti dysturin er móti Wales, og fimm dagar seinni skulu okkara kvinnur spæla á útivølli móti Hvítarusslandi.

 

Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin 5. august klokkan 10:00. Á tíðindafundinum fer John Petersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, at kunngerða hópin til næstu dystirnar.

 

Hini londini í bólkinum eru Norra og Norðurírland. Týsdagin 8. oktober spæla Føroyar og Norra á Tórsvølli. Føroyska liðið spælir tríggjar dystir í ár, og fimm dystir í 2020.

 

A-landsliðsvenjing á Tórsvølli – Mynd: Bjarni Enghamar