Pætur Clementsen hevur úttikið A-landsliðið við kvinnum, sum í døgunum 6. til 11. apríl skal spæla innleiðandi HM-undankapping í Føroyum

A-landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Pætur Clementsen hevur úttikið 20 spælarar til innleiðandi HM-undankappingina, sum verður spæld í Føroyum í døgunum 6. til 11. apríl.

 

Allir dystirnir hjá føroyska liðnum verða spældir á Tórsvølli. Hósdagin 6. apríl spæla Føroyar og Luksemborg, og tveir dagar seinni, leygardagin 8. apríl skulu okkara royna seg ímóti Montenegro. Seinasti dystur í innleiðandi undankappingini verður spældur týsdagin 11. apríl, tá Turkaland, ið verður mett at vera sterkasta landið í bólkinum, er mótstøðuliðið.

 

Tær 20, ið Pætur Clementsen hevur úttikið, eru hesar
Monika Biskopstø, AaB Ålborg (DEN)
Birita Nielsen, B68
Birna Tummasardóttir, EBS/Skála
Lív Arge, HB
Súsanna M. Hansen, B36
Ansy Sevdal, EBS/Skála
Milja R. Simonsen, HB
Eyðvør Klakstein, Mislata C.F. (ESP)
Rannvá B. Andreasen, KÍ
Olga Kristina Hansen, Østerbro IF (DEN)
Ásla Johannesen, B36
Anna S. Hansen, EBS/Skála
Sigrun K. Kristiansen, EBS/Skála
Jónvá Hentze, HB
Heidi Sevdal, EBS/Skála
Maria K. Thomsen, KÍ
Elisabeth Vang, B36
Katrina Akursmørk, KÍ
Sarita Maria Mittfoss, B36
Bjørg Djurhuus, ÍF/Víkingur

 

Vinnarin í bólkinum spælir seg beinleiðis víðari til sjálva HM-undankappingina. Harafturat sleppur besti 2’arin í teimum fýra innleiðandi bólkunum eisini við til undankappingina, sum byrjar í heyst.