Pætur Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið hópin, sum í november mánaða skal spæla tveir venjingardystir á útivølli ímóti Luksemborg
Um góðar tríggjar vikur, 4. og 6. november, skal føroyska A-landsliðið við kvinnum á vøllin aftur. Talan verður um tveir venjingardystir á útivølli ímóti Luksemborg.

Í hesum sambandi hevur Pætur Clementsen, landsliðsvenjari, skipað fyri trimum úttøkuvenjingum á Tórsvølli, og nú er greitt, hvussu føroyski hópurin fer at síggja út.

Tær 18, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesar.
Monika Biskopstø, AaB Ålborg (DEN)
Ásla Johannesen, B36
Súsanna M. Hansen, B36
Durita Hummeland, EBS/Skála
Birna Tummasardóttir, EBS/Skála
Ansy Sevdal, EBS/Skála
Margunn Lindholm, EBS/Skála
Anna S. Hansen, EBS/Skála
Sigrun K. Kristiansen, EBS/Skála
Milja R. Simonsen, HB
Heidi Sevdal, HB
Jónvá Hentze, HB
Lív Arge, HB
Ása K. Thomsen, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Rannvá B. Andreasen, KÍ
Olga Kristina Hansen, KÍ
Maria K. Thomsen, KÍ

Sum liður í fyrireikingunum til landsdystin ímóti Luksemborg, verða tvær venjingar á Tórsvølli leygardagin 29. oktober.

Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum mikudagin 2. november, og verður heima aftur mánadagin 7. november.

Fyrr í ár tóku føroysku kvinnurnar lut í Baltic Cup, sum varð spælt í Estlandi. Umframt Føroyar og Estland, luttóku Lettland og Litava eisini. Og við tveimum sigrum og einum javnleiki eydnaðist tað okkara kvinnum at vinna kappingini.