Pætur Smith Clementsen hevur úttikið 20 spælarar til HM-undankappingardystin móti Íslandi, sum verða á Tórsvølli týsdagin 10. apríl

– Væl vitandi um, at hetta verður ein torfør uppgáva, so fara vit á vøllin fyri at gera okkara besta. Og hava vit ein góðan dag, so trúgva vit veruliga uppá, at tað ber til at geva teimum ein skarpan gang.

 

– Nú eru vit komin í helvt í hesari undankappingini, so fáa vit vónandi at síggja, at vit hava lært, og eru komin tættari hinum liðunum. sigur Pætur S. Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Týsdagin10. apríl fer føroyska A-landsliðið við kvinnum á vøllin aftur, tá Ísland kemur á vitjan á Tórsvølli. Talan er um fimta dystin undankappingini til HM í 2019, sum verður í Kanada.

 

Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið 20 spælarar til HM-undankappingardystin móti Íslandi, og av teimum spæla seks við útlendskum feløgum. Fýra í donskum fótbólti, ein í Spania og ein í Noreg.

 

Hópurin

Monika Biskopstø, AaB (Danmark)

Birita Bergsdóttir Nielsen, B68

Birna T. Mikkelsen, EBS/Skála

Lív Finnbogadóttir Arge, FC Nordsjælland (Danmark)

Arnborg Lervig, ÍF/Víkingur

Heidi Sevdal, HB

Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (Danmark)

Eyðvør Klakstein, Mislata CF (Spania)

Rannvá B. Andreasen, KÍ

Olga Kristina Hansen, BSF (Danmark)

Milja Reinert Simonsen, HB

Jóna Nicolajsen, B36

Katrina Akursmørk, KÍ

Ansy Sevdal Jakobsen, EBS/Skála

Evy á Lakjuni, KÍ

Margunn Lindholm, EBS/Skála

Rebekka E. Danielsen, Forus og Gausel (Noreg)

Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur

Hanna I. Højgaard, ÍF/Víkingur

Guðrið Poulsen, EBS/Skála