John Petersen, landsliðsvenjari hevur úttikið 22 leikarar til heimadystirnar móti Norðurírlandi og Hvítarusslandi


Tað verður eitt broytt A-landslið hjá kvinnum, sum fer undir seinnu helvt av inniverandi undankapping, har Føroyar eru í bólki saman við Norra, Wales, Hvítarusslandi og Norðurírlandi.

Fleiri av teimum, sum mannaðu liðið seinast, eru av ymiskum orsøkum ikki tøkar nú, eitt nú vegna barnsburð, skaðar o.a. Ístaðin hava fleiri leikarar, sum ikki hava verið at sæð í landsliðshøpi seinastu árinni, nú fingið landsliðsboð til A-landsliðið.

Millum tær, sum áður hava spælt á ungdómslandsliðum, men á fyrsta sinni eru úttiknar til A-landsliðið, eru eitt nú Unn Hvidbro, sum eftir fleiri ára steðg hevur spælt væl fyri NSÍ í ár.

Nakað tað sama kann eisini sigast um Káru Djurhuus úr HB, Hannu I. Højgaard úr ÍVB og málverjan Olgu Fríðunn Olsen, sum býr og spælir fótbólt í Danmark. Harumframt eru blaðungu Lea Lisberg úr EBS/Skála og Birita Ryan og Óluva A. Joensen úttiknar til A-landsliðið fyri fyrstu ferð.

Tær 22, sum skulu umboða Føroyar í dystunum 18. og 22. september eru:

Málverjar:
Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Olga Fríðunn Olsen, FB (DK)

Verjuleikarar:
Elisabeth Vang, B36
Birita Ryan, KÍ
Marita á Fríðriksmørk, ÍVB
Unn Hvidbro, NSÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Sarita Maria Mittfoss, HB

Miðvallarar:
Margunn Lindholm, NSÍ
Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (DK)
Kára Djurhuus, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Olga Kristina Hansen, B36
Evy á Lakjuni, KÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, ÍVB
Jónvá Hentze, HB
Sara Samson Lamhauge, HB
Jacoba Langgaard, ÍVB
Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála

Framherjar:
Heidi Sevdal, NSÍ
Hanna Isaksen Højgaard, ÍVB

Dysturin móti Norðurírlandi verður fríggjadagin 18. september kl.17.00, og dysturin móti Hvítarusslandi verður týsdagin 22. september, somuleiðis kl.17.00. Báðir dystirnir verða spældir á Tórsvølli.