A-landsliðið við monnum leggur í løtuni seinastu hond á fyrra av tveimum venjingardystum, sum eru á skránni næstu dagarnar

——————

Ikki færri enn átta spælarar, ið møguliga kunnu fáa sínar fyrstu minuttir á føroyska A-landsliðnum hjá monnum, eru við í hópinum, nú tveir venjingardystir eru á skránni.

Magni Mohr er kropsligur venjari hjá manslandsliðnum, og hann letur sera væl at stignum, sum okkara spælarar eru á, og at føroyska liðið í nógvum føri eru á hædd við onnur evropeisk landslið.

Í morgin, mikudagin klokkan 17:00 spæla Kekkia og Føroyar á Andrúv Stadion í Olomouc, og leygardagin 19. november, somuleiðis klokkan 17:00, møtast Kosovo og Føroyar á Fadil Vokrri Stadion í Pristina.