Betri Oyggjaleikir 2027

Klokkan 15:00 (16:00 CET) fara Heðin Arge og Kári Reynheim at kasta lut um, hvussu bólkarnir í fótbóltskappingunum hjá kvinnum og monnum á Oyggjaleikunum 2027 skulu skipast.

Hjá kvinnum vera tíggju lond og oyggjasamfeløg við í kappingini, og hjá monnunum er luttakaratalið 13.

Betri Oyggjaleikirnir 2027 vera í Føroyum frá 3. til 9. juli.