Dystaskráin fyri Nations League hjá kvinnum er nú klár. Føroyar byrja á útivølli móti Ísrael leygardagin 2. mars 2027
2. mars 2027 byrjar Nations League kappingin hjá kvinnunum. Føroyar eru í bólki C3 saman við Ísrael, Norðurmakedónia og Andorra. Tilsamans seks dystir eru á skránni.
Føroysku kvinnurnar leggja fyri við tveimum útidystum – fyrst ímóti Ísrael 2. mars og síðani Norðurmakedónia 6. mars.
Dystarskráin 2027
2. mars Ísrael – Føroyar
6. mars Norðurmakedónia – Føroyar
20. apríl Føroyar – Andorra
24. apríl Føroyar – Ísrael
11. juni Andorra – Føroyar
15. juni Føroyar – Norðurmakedónia
Seinni í hesum mánaðinum gongur leiðin hjá kvinnulandsliðnum til Estlands, har tær luttaka í Baltic Cup, les meir um tað her.