Viljormur Davidsen og Áki Samuelsen stóðu fyri føroysku málunum, tá manslandsliðið fríggjakvøldið spældi javnleik 2-2 á útivølli ímóti Slovakia
——————
Úrslitini í fimta umfari í bólki C3 í UEFA Nations League, sum varð spælt fríggjakvøldið, háttaðu seg soleiðis, at lagt er upp til eina veruliga finalu í síðsta umfari millum Føroyar og Moldova.
Á heimavølli vunnu moldovar 2-1 á Kasakstan, meðan Føroyar fingu eitt stig á útivølli ímóti Slovakia. Tað hevur við sær, at undan seinasta leikdegi hava slovakar 11 stig, Moldova sjey, og Føroyar fimm. Aftast í bólkinum er Kasakstan við tveimum stigum.
Tískil er setningurin greiður: Føroyar skulu vinna mánadagin, fyri at yvirhála Moldova á stigatalvuni, og samstundis tryggja sær tveir røkkstøkkdystir í mars um at flyta upp í deild B í UEFA Nations League.
Tað var annars um reppið, at Føroyar fóru við øllum stigunum á Kosice Futbalovi Arena í Kosice í Slovakia fríggjakvøldið. Men tá avtornaði stóð á jøvnum 2-2 á máltalvuni.
Gamaní høvdu slovakar bóltin meir, og komu eisini á odda tá eitt stórt korter var spælt. Men áðrenn hálvleik javnaði Viljormur Davidsen við brotssparki, eftir at Jákup Biskopstø var feldur, og beint eftir steðgin legði Áki Samuelsen Føroyar á odda.
Lítla løtu seinni var nær við at Petur Knudsen økti um leiðsluna, men fluktarin brast á yvirleggjaran, og tá fáir minuttir vóru eftir at spæla – eftir at slovakar høvdu javnað í 74. minutti – senda Poul Kallsberg eitt gott skot á stongina.
Fyri slovakar hevði javnleikurin við sær, at teir hava tryggjað sær 1. plássið í bólkinum, meðan tað vera Moldova og Føroyar, ið til tað síðsta skulu dystast um 2. plássið og tveir røkkstøkkdystir í mars um uppflyting til deild B.
Myndir: Hans Erik Danielsen