Fyri aðru ferð í søgu felagssins hevur NSÍ vunnið føroyameistaraheitið í fremstu deildini hjá monnum
——————
Fyri einari viku síðani fall endaliga avgerðin, og í gjár fingu runavíkingar so handað prógvið uppá, at NSÍ er føroyameistari 2026 í fremstu deildini hjá monnum.
Í síðsta umfari vann NSÍ 3-0 á útivølli móti B68 og endaði kappingarárið við 58 stigum. KÍ gjørdist nummar tvey við 52 stigum, meðan HB vann bronsu.
Í botnstríðnum var hinvegin stórur spenningur heilt til tað síðsta. Trý lið, 07 Vestur, AB og Skála stríddust um at sleppa undan niðurflyting.
Skálamenn gjørdu sína skyldu og vunnu 2-0 á útivølli ímóti EB/Streymi. Tá AB samstundis vann 1-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur, endaði tað við, at vágamenn mugu niður í næstbestu deildini komandi ár saman við B68.
27. umfar
B68 – NSÍ 0-3
AB – 07 Vestur 1-0
HB – B36 1-3
KÍ – Víkingur 0-0
EB/Streymur – Skála 0-2
Myndir: Jóhanna Thomsen