Fyri veður er dysturin í MeistaraDeildini hjá monnum millum AB og B68, sum skuldi spælast í kvøld, fríggjakvøldið, fluttur til sunnukvøldið klokkan 18:30

——————

22. umfar í MeistaraDeildini hjá monnnum er á skránni um vikuskiftið. Eftir ætlan skuldi fyrsti dystur verða í kvøld, fríggjakvøldið, tá AB og B68 skuldu møtast inni í Vika á Argjum.

Men nógvur vindur og keðilig ætt á Argjum gera, at dysturin inni í Vika er fluttur til sunnukvøldið klokkan 18:30.

22. umfar, sunnudagin 13. septembur
EB/Streymur – B36 (15:00)
NSÍ – Víkingur (17:15)
07 Vestur – KÍ (17:15)
AB – B68 (18:30)
Skála – HB (18:30)

Stigatalva og leikskrá: MeistaraDeildin menn