Hvør var besti spælari í MeistaraDeildini hjá monnum í august? Teir tilnevndu eru Mathias Voss og Heini Sørensen úr HB, og Petur Knudsen úr NSÍ

——————

HB eigur tveir og NSÍ ein, nú atkvøðast skal um, hvør var besti spælari í MeistaraDeildini hjá monnum í august mánaði.

Teir tilnevndu eru Mathias Voss og Heini Sørensen úr HB, ið hava verið millum berandi kreftirnar í góðu gongdini hjá havnarfelagnum seinastu vikurnar, og Petur Knudsen úr NSÍ, sum enn einaferð hevur víst sínar dygdir á miðvøllinum og verið ein týdningarmikil spælari hjá oddaliðnum.

Atkvøðugreiðslan fer fram á sona appini, og atkvøðast kann til leygardagin 12. septembur á middegi.

Leinkja beinleiðis til atkvøðugreiðsluna: https://sonaapp.app.link/shm