Við 2-1 sigri á HB í síðsta umfari í landskappingini, staðfestu klaksvíkskvinnur FM-heitið 2026. HB fekk silvur og Víkingur bronsu
——————
Leygardagin var síðsta punktum sett í MeistaraDeildini 2026 hjá kvinnum.
Og við einum teprum 2-1 sigri á útivølli ímóti HB, kundi klaksvíkskvinnur lata seg krýna sum føroyameistarar – annað meistaraheitið á rað, og FM nummar 25 síðani 1997.
HB fekk annars eina dreymabyrjan, tá Lisa Haraldsen longu eftir 25 sekund legði heimaliðið á odda. Men KÍ svaraði skjótt aftur, og fimm minuttir seinni hevði Heidi Sevdal javnað til 1-1.
Leingi sá út til, at liðini fóru at semjast um javnleik. Men tá ein minuttur restaði í av vanligu leiktíðini, gjørdi HB sjálvmál. Harvið fóru øll stigini, saman við gullkrónunum og FM-steypinum, til Klaksvíkar.
HB endaði árið á øðrum plássi og fekk silvur, meðan bronsuheiðursmerkini fóru til Víking, sum leygardagin vann 2-0 á Skála, ið endaði á fjórða plássi. Málini hjá Víkingi gjørdu Nita á Lakjuni og Jensa Tórolvsdóttir.
Í niðara bólki í MeistaraDeildini hjá kvinnum gjørdist 07 Vestur nummar eitt, B36 nummar tvey, meðan ÍF og FC Suðuroy endaðu á triðja og fjórða plássi.
Á seinasta leikdegi syrgdu Kaja Poulsdóttir Toftegaard og Unna Petersen fyri at ÍF vann 2-0 á heimavølli ímóti FC Suðuroy, og í oysandi regni á Tórsvølli fór 07 Vestur avstað við øllum. Við málum frá Noomi Hansen, ið gjørdi tvey, og Margit Magnusdóttir, vunnu vágakvinnur 3-0 á B36.
Myndir: Jóhanna Thomsen og Hans Erik Danielsen