Tað var ongantíð nakar ivi um, hvønn veg sigurin fór, tá føroyska kvinnulandsliðið á middegi fríggjadagin vann sannførandi á Andorra í fyrra av tveimum venjingardystum. Úrslitið gjørdist 5-0 til Føroyar
——————
A-landsliðið við kvinnum er í hesum døgum á venjingarlegu í Andorra, har tveir venjingardystir eisini eru á skránni.
Tann fyrri varð spældur á middegi í dag, og úrslitið gjørdist ein sannførandi 5-0 sigur til Føroyar. Í hálvleikinum vóru okkara kvinnur á odda við einum.
Jensa Tórolvsdóttir byrjaði málveitsluna í 21. minutti, og í seinna hálvleiki vóru tað Anna Brændstrup, Sara Benjaminsen og Kára Sigurðsson, ið skoraði tvey, sum stóða fyri málunum.
– Vit eru sjálvandi væl nøgd við dystin og úrslitið. Gott at síggja at vit megna at stýra dystargongdini, og fáa vant okkara spæl við bóltinum. Okkurt riggaði væl, okkurt annað minni væl, men soleiðis er altíð.
– Harafturat er tað gleðiligt at vit fáa brúkt allar 18 útileikararnar, harav fýra debutantar, í dag – og sjálvandi stuttligt at tveir av teimum eisini skjóta mál. Nú gleða vit okkum at arbeiða víðari fram ímóti komandi dysti, sigur venjarin, Pætur Smith Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.
Seinni dysturin á venjingarleguni í Andorra verður mánadagin klokkan 17:00 lokala tíð, sum er klokkan 16:00 í Føroyum.
Myndir: Jóhanna Thomsen