Føroyskur fótbóltur hevur tørv á fleiri dugnaligum venjarum við fótbóltsbakgrund, og tí verður aftur skipað fyri “Leikaraleiðini” – einum serligum venjaraskeiði, ætlað núverandi og fyrrverandi fótbóltsspælarum
——————
Leikaraleiðin er ment sum ein smidligari leið inn í venjarayrkið enn tann vanliga útbúgvingarleiðin. Endamálið er at røkka teimum spælarum, sum framvegis eru virknir á høgum stigi, umframt teimum, sum eru givnir seinnu árini eftir eina drúgva yrkisleið sum fótbóltsspælari.
Skeiðið byggir á ta sannroynd, at nógv av teimum, sum hava spælt fótbólt á høgum stigi, hava virðismiklar royndir og eina breiða fatan av spælinum, sum kann koma føroyskum fótbólti til góðar í leiklutinum sum venjari.
– Tá toppleikarar velja venjaraleiðina, fáa vit ikki bara nýggjar venjarar – vit fáa fólk við breiðari og virðismiklari fótbóltsfatan, nógvum royndum og einari serligari mentan at geva víðari. Tað er ein stórur vinningur fyri føroyskan fótbólt, sigur Eli Hentze, sum samskipar skeiðið.
Frá leikara til venjara
At vera venjari krevur aðrar førleikar enn at vera spælari. Tí hevur Leikaraleiðin serligt fokus á at hjálpa luttakarunum í skiftinum frá leikara til venjara.
– Sum spælari hugsar tú fyrst og fremst um tína egnu uppgávu á vøllinum. Sum venjari skalt tú fáa aðrar at eydnast. Tað er ein heilt onnur avbjóðing, og júst tað lærir skeiðið teg at skilja og arbeiða við, sigur Eli Hentze.
Á skeiðnum fáa luttakararnir innlit í týdningarmiklar venjaraførleikar, sum fevna um leiðslu, samskifti, venjingarskipan og menning av spælarum og liðum.
Góðar royndir frá undanfarnum skeiðum
FSF hevur tvær ferðir áður boðið Leikaraleiðina út, og undirtøkan hevur verið góð. Royndirnar vísa, at nógvir leikarar, bæði kvinnur og menn, síggja virðið í at fara undir venjaraleiðina longu meðan teir spæla, ella stutt eftir at tey eru givin at spæla.
Við Leikaraleiðini verður enn ein møguleiki givin teimum, sum vilja geva sítt íkast til føroyskan fótbólt, eisini eftir tíðina sum virkin fótbóltsspælari.
Skeiðið er tí ikki bara ein útbúgvingarmøguleiki hjá einstøkum leikarum, men eisini ein týdningarmikil partur av arbeiðinum at tryggja føroyskum fótbólti vælútbúnar venjarar til komandi ættarlið.
Nærri kunning og tilmelding sæst H E R
Tilmeldingarfreistin er mánadagin 26. oktobur 2026.