Íslendingar gjørdu skjótt av á Tórsvølli týskvøldið, og longu aftaná eitt stórt korter høvdu teir meir ella minni avgjørt dystin

——————

Tað endaði við einum 2-0 sigri til gestirnir, tá føroyska U21-landsliðið týskvøldið tók ímóti Íslandi á Tórsvølli.

Íslendingar løgdu bragdliga fyri, og longu aftaná eitt stórt korter høvdu teir meir ella minni avgjørt dystin. Tá 15 minuttir vóru spældir skoraði Benony Breki Andresson til 1-0, og bara tveir minuttir seinni økti Daniel Gudjohnsen um íslendsku leiðsluna.

Føroyska liðið royndi at trýsta, meðan íslendingar tóktust nøgdir við dystargongdina.

Íslendski sigurin hevði samstundis við sær, at Ísland yvirhálaði Sveis í kappingini um annað plássið í bólkinum.

Sveis tapti nevniliga týskvøldið stórt fyri Frankaríki. Úrslitið gjørdist 7-1 til fransmenn, ið vunnu bólkin við 23 stigum. Ísland bleiv nummar tvey við 18 stigum, meðan Sveis endaði á triða plássi við 17 stigum. Føroyar gjørdust nummar fýra við 12 stigum.

Á fimta og sætta plássi komu Luksemborg og Estland við ávikavist 10 og tveimum stigum.

Myndir: Jóhanna Thomsen