Tað endaði 2-2 á Astana Arena millum Kasakstan og Føroyar. Føroysku málskjúttarnir vóru Petur Knudsen og Géza Dávid Turi
——————
Fjórða UEFA Nations League dystin á rað fór A-landsliðið við monnum av vøllinum við einum stigi. Úrslitið á Astana Arena í Kasakstan týsdagin gjørdist javnleikur 2-2.
Petur Knudsen legði Føroyar á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og í 63. minutti økti Géza Dávid Turi til 2-0 við einum framúrskarandi langskoti, sum uttan iva fer í søgubøkurnar sum eitt av bestu málunum, føroyska manslandsliðið hevur skorað.
Serliga í seinnu helvt av fyrra hálvleiki og fyrstu minuttirnar í seinna sótu okkara menn á øllum. Álopsspælið gekk skjótt og væl, og fleiri vandamiklar støður spurdust burtur úr. Ta einu ferðina var tvørtræið fyri, og einaferð brast bólturin á stongina.
Men heldur ikki hesaferð vuksu trøini inn í himmalin. Beint aftaná 2-0 málið varð Martin Agnarsson rikin av vølli, og næstu løtuna var føroyska liðið undir stórum trýsti.
Kasakar fingu eisini løn fyri stríið. Eitt lítið korter seinni stóð á jøvnum 2-2, og nú ráddi um at verja og hóra undan ágangandi spælinum hjá Kasakstan.
Men júst sum heimamenninir tóktust at hava tikið dirigentstokkin, og teir umleið 10.000 áskoðararnir spældu við uppá tónan, fekk ein kasaki beinleiðis reytt kort. Nú vóru tað aftur okkara, ið stýrdu spælinum og høvdu tamarhald á dystinum.
Síðstu minuttirnar var føroyska liðið nærri sigrinum, men tá estiski dómarin floytaði fyri seinastu ferð, stóð framvegis 2-2 á stóru máltalvuni á Astana Arena.
Í hinum dystinum í bólkinum vann Slovakia 4-0 á útivølli ímóti Moldova. Aftaná fýra umfør hava slovakar tíggju stig, Føroyar og Moldova hava fýra stig, og aftast er Kasakstan við tveimum stigum.
Fríggjadagin 13. novembur er fimta umfar í bólki C3 í UEFA Nations League á skránni. Føroyar møta Slovakia á útivølli, og í Chisinau tekur Moldova ímóti Kasakstan. Sætta og síðsta umfar verður spælt mánadagin 16. novembur. Tá møtast Føroyar og Moldova, og Kasakstan og Slovakia.
Myndir: Hans Erik Danielsen