Týskvøldið klokkan 18:00 spælir U21-landsliðið síðsta dystin í EM-undankappingini, tá Ísland vitjar á Tórsvølli. Málið hjá Ólavi Mikkelsen og hansara monnum er greitt: at enda EM undankappingina við einum góðum avriki
——————
– Síðani sigurin móti Íslandi, sum var í septembur í fjør, eru fleiri av okkara leikarum fluttir upp á A-landsliðið, og tað er sjálvandi sera gleðiligt. Samstundis hevur tað givið øðrum spælarum møguleikan at vísa seg fram á hesum stiginum.
– Men Ísland er væl koyrandi í løtuni og vann fyri fáum døgum síðani ein sannførandi sigur á Sveis. Teir spæla framvegis fyri møguleikanum at røkka EM-endaspælinum komandi summar, so vit vænta ein truplan og spennandi dyst.
Tað sigur Ólavur Mikkelsen, venjari hjá føroyska U21-landsliðnum, sum í annaðkvøld tekur ímóti Íslandi á Tórsvølli. Talan er um síðsta dystin í undankappingini til EM 2027.
Áðrenn seinasta umfar í bólkaspælinum er Frankaríki fremst við 23 stigum, Sveis hevur 17 stig, meðan Ísland er á triðja plássi við 15 stigum.
Íslendingar kunnu enda á øðrum plássi, um teir vinna á Føroyum, samstundis sum Sveis ikki vinnur á útivølli ímóti Frankaríki.
– Vit hava eisini havt eina góða undankapping og ætla at enda kappingina við einum góðum avriki á heimavølli, sigur Ólavur Mikkelsen við heimasíðuna hjá FSF.
U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Ísland byrjar klokkan 18:00. Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.