Landsliðsvenjararnir hava gjørt fimm broytingar á føroyska liðnum undan dystinum móti Moldova, sum byrjar klokkan fimm seinnapartin
——————
Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari, og Atli Gregersen, hjálparvenjari, hava rist í posanum undan UEFA Nations League dystinum móti Moldova.
Venjararnir hava gjørt fimm broytingar á liðnum, samanborið við teir fyrstu ellivu, sum byrjaðu ímóti Kasakstan seinasta leygardag.
Liðið, ið byrjar í dag, sær soleiðis út: Mattias Lamhauge verður í mál, og verjuna manna Jann Benjaminsen, Samuel Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen, ið eisini er liðskipari.
Á føroyska miðvøllinum frá byrjan vera Áki Samuelsen, Géza Dávid Turi, Mattias Hellisdal og Hanus Sørensen, og í álopinum verður Adrian Justinussen.
Eykamenn eru Ari í Haraldstovu Petersen, Bárður á Reynatrøð, Jóannes Kalsø Danielsen, Emil Weihe Joensen, Jóannes Bjartalíð, Heini Vatnsdal, Jørgen Nielsen, Petur Knudsen, Martin Agnarsson, Poul Kallsberg, Odmar Færø og Aron Benjaminsen.
UEFA Nations League dysturin millum Moldova og Føroyar á Zimbru Stadion í Chisinau byrjar klokkan 19:00 lokala tíð, sum er klokkan 17:00 í Føroyum.
FM1 hevur beinleiðis útvarpsfrásøgn frá dystinum, sum eisini sæst í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.