FSF hevur sett Rasmus Nolsøe sum hjálparvenjara hjá U21-landsliðnum, sum seinnapartin mánadagin fór undir fyrireikingarnar til teir tríggjar seinastu dystirnar í verandi EM-undankapping

——————

– Hetta er ein spennandi uppgáva, og eg gleði meg til at koma í gongd. Nú standa tríggir dystir fyri framman, so man verður tveittur út í tað beinanvegin. Men tað er eisini frálíkt, og vónandi koma nøkur stig afturat á kontoina. Tað er heilt víst málið, sigur Rasmus Nolsøe við heimasíðuna hjá FSF.

Rasmus tekur við eftir Poul N. Poulsen, sum fyrr í summar varð settur sum høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá Skála.

Næsta uppgávan hjá føroyska U21-landsliðnum verður komandi fríggjadag, tá teir spæla á útivølli móti Estlandi. Dysturin verður á Rannastadion í Pärnu og byrjar klokkan 17:00 føroyska tíð.

Ólavur Mikkelsen er høvuðsvenjari hjá U21-landsliðnum, og fyri viku síðani kunngjørdi hann teir 20 spælararnar, sum eru úttiknir til seinastu tríggjar dystirnar í undankappingini.

Hópurin
Hans Jákup Arngrímsson, Skála
Sámal á Steig, 07 Vestur
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Sjúrður Henriksen, AB Argir
Bjarti Thorleifsson, Skála
Jósef Ólavsson Gleðisheygg, Víkingur
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Jákup Norðoy Vilhelmsen, Víkingur
Jónas Prior, 07 Vestur
Ejvind Restorff Mouritsen, HB Tórshavn
Jógvan Gullfoss, B36 Tórshavn
Dávid Biskopstø Andreasen, B36 Tórshavn
Árni Nóa Atlason, Vendsyssel FF (Danmark)
Arnór Brandsson, Víkingur
Heini Sørensen, HB Tórshavn
Hanus Højgaard, B68 Toftir
Marjus Nón, B68 Toftir
Jón Steingrímsson, AB Argir
Aron Benjaminsen, Hearts FC (Skotland)
Dávid Reynheim, KÍ Klaksvík

25. sept.
17:00 Estland U21 – Føroyar U21

30. sept.
17:00 Føroyar U21 – Luksemborg U21 á Djúpumýru

6. okt.
18:00 Føroyar U21 – Ísland U21 á Tórsvølli