Aftur hesa vikuna hevur nógvur steypafótbóltur verið á Tórsvølli, og síðani mikudagin hava B36, Skála, KÍ og HB vunnið hvør sín steypasigur. Finaludagarnir enda í kvøld klokkan 18:30, tá HB og KÍ bresta saman í finaluni um Løgmanssteypið hjá kvinnum

——————

Mikukvøldið vunnu B36 kvinnurnar minnu steypakappingina hjá kvinnum. Í finaluni møttust B36 og Skála, og úrslitið gjørdist ein tepur 2-1 sigur til árstalsfelagið úr Havn.

Ragnhild Magnusson legði B36 á odda tá ein hálvur tími var spældur, og seks minuttir fyri leiklok økti Livyan Silva um leiðsluna.

Lilja Dam Jacobsen minkaði um munin lítla løtu seinni, men nærri komu skálakvinnurnar ikki, og harvið endurvann B36 minnu steypakappingina hjá kvinnum.

Aftaná dystin varð Ragnhild Magnusson kosin til dagsins spælara.

Myndir

——————

Hóskvøldið var finalan hjá U21 ímillum Skála og AB á skránni. Argjamenn løgdu fyri sum eitt óløgi, og tá eitt stórt korter var spælt hevði Heðin Olsen lagt AB á odda bæði 1-0 og 2-0.

Men sum fráleið ressaðust skálamenn. Beint fyri steðgin minkaði Sebastian Larsen um munin, og í seinni hálvleiki syrgdi dagsins maður, Elias Justinus Begerau fyri, at Skála at enda vann 3-2.

Myndir

——————

Leygardagin vórðu finalurnar hjá U13 dreingjum og U13 gentum spældar.

Hjá dreingjum vann KÍ 2-1 á B36. Jonn Sigurd Bjarnason legði B36 á odda tá sjey minuttir vóru spældir, men áðrenn hálvleik vendu klaksvíkingar dystinum. Fyrst javnaði Jóas Kjartansson Hansen til 1-1, og fýra munuttir fyri steðgin skoraði Rókur Vágstún sigursmálið fyri teir kongabláu.

Aftaná dystin tók Jóas Kjartansson Hansen ímóti heiðurinum sum dagsins spælari.

Myndir

——————

Seinasta ungdómsfinalan varð spæld tíðliga seinnapartin leygardagin, tá U13 genturnar hjá HB og KÍ fóru á vøllin.

Tað vóru bara spældir tríggir minuttir, tá Lea á Líknargøtu legði HB framum 1-0, og hetta skuldi eisini vísa seg at gerast einasta málið í dystinum.

Aftaná varð Vár Magnusardóttir Jakobsen hjá HB vald til dagsins spælara.

Myndir

——————

Ársins seinasta steypafinala verður í kvøld klokkan 18:30, tá HB og KÍ fara at dystast um Løgmanssteypið hjá kvinnum.