Ólavur Mikkelsen, venjari hjá U21-landsliðnum, hevur úttikið 20 spælarar til síðsta EM-undankappingardystirnar í hesum umfarinum, sum vera ímóti Estlandi, Luksemborg og Íslandi

——————

– Vit ynskja sjálvandi at enda hesa undankappingina væl, og nú seta vit endaspurtin inn. Vónirnar eru góðar, men tað kemur ikki av sær sjálvum, og tað eru vit eisini greiðir yvir, sigur Ólavur Mikkelsen, venjari hjá U21-landsliðnum.

Fyrrapartin mánadagin setti Ólavur Mikkelsen navn á teir 20 spælararnar, ið eru boðsendir til EM-undankappingardystirnar ímóti Estlandi, Luksemborg og Ísland.

Fríggjadagin 25. septembur spæla Føroyar á utivølli ímóti Estlandi. Síðani verður endað við tveimum heimadystum. Mikudagin 30. septembur kemur Luksemborg á vitjan á Djúpumýru, og týsdagin 6. oktobur spæla Føroyar og Ísland á Tórsvølli.

Hópurin
Hans Jákup Arngrímsson, Skála
Sámal á Steig, 07 Vestur

Virgar Jónsson, EB/Streymur
Sjúrður Henriksen, AB Argir
Bjarti Thorleifsson, Skála
Jósef Ólavsson Gleðisheygg, Víkingur
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Jákup Norðoy Vilhelmsen, Víkingur
Jónas Prior, 07 Vestur
Ejvind Restorff Mouritsen, HB Tórshavn

Jógvan Gullfoss, B36 Tórshavn
Dávid Biskopstø Andreasen, B36 Tórshavn
Árni Nóa Atlason, Vendsyssel FF (Danmark)
Arnór Brandsson, Víkingur
Heini Sørensen, HB Tórshavn
Hanus Højgaard, B68 Toftir
Marjus Nón, B68 Toftir
Jón Steingrímsson, AB Argir

Aron Benjaminsen, Hearts FC (Skotland)
Dávid Reynheim, KÍ Klaksvík

Undan seinastu dystunum eru Føroyar á fjórða plássi í bólkinum við níggju stigum, meðan Frankaríki er fremst við 16 stigum. Sveis er nummar tvey við 14 stigum, Ísland hevur 11 stig, Luksemborg fýra stig, og aftast í bólkinum er Estland við tveimum stigum.

Stigatalva og leikskrá: EM 2025-2027