Nú nærkast summarumfarið av Playmakers, har 7-9 ára gamlar gentur sleppa at royna Disneyfótbólt við Encanto á Tórsvølli.


Fyrireikingarnar ganga væl og venjararnir gleða seg til at taka ímóti gentunum, sum higartil eru tilmeldaðar Playmakers 3.-5. august. Tiltakið er eitt summarumfar av vælumtókta Disneyfótbóltinum, sum gevur gentum við ongum ella avmarkaðum royndum eina stuttliga, góða og trygga byrjan uppá bóltspæl.

Skráin fyri dagarnar sæst niðanfyri, og hon fevnir fyrst og fremst um stuttligar venjingar, sum taka útgangsstøði í Disneyfilminum Encanto. Tað er ein fyrimunur, um genturnar hava sæð filmin frammanundan, men tað ber eisini væl til at vera við, hóast filmurin frammanundan er ókendur. Ímillum venjingarnar vera hugnaligar krealøtur á Tórsvølli, og tiltakið endar við filmshugna, har luttakararnir hyggja eftir Encanto saman.

Hóast undirtøkan longu er góð, so er framvegis pláss fyri fleiri gentum og tilmeldingin er opin til og við mánadagin 27. juli. Tilmelding fer fram her.

Sum luttakari fært tú:

  • Átta stuttligar venjingar
  • Stuttligar krea-løtur við útgangsstøði í Encanto
  • Millummálar allar dagarnar og miðmála triðja dagin
  • Eina FSF Summarfótbólt t-shirt
  • Møguleika fyri at møta nýggjum vinum úr øllum landinum

Vegleiðandi skrá:

Mánadag 3.8
9.30: Vælkomin – genturnar verða bólkaðar við venjarar, sum fylgja teimum allar dagarnar
10.00: 1. kapittul: Familjan Madrigal
10.50: Steðgur – vatn og frukt/millummáli
11.00: 2. kapittul: Avbjóðingin hjá Mirabel
11.50: Matarsteðgur – luttakarar hava matpakka við
12.10: Krea-løta
12.50: 3. kapittul: Bangin fyri at missa undrið
13.40: Takk fyri í dag

Týsdag 4.8
09.45: Møta har, sum vit endaðu í gjár
10.00: 4. kapittul: Sjónin hjá Bruno
10.50: Steðgur – vatn og frukt/millummáli
11.00: 5. kapittul: Goymistaðið hjá Bruno
11.50: Matarsteðgur – luttakarar hava matpakka við
12.10: Krea-løta
12.50: 6. kapittul: Tann nýggja sjónin
13.40: Takk fyri í dag

Mikudagur 5.8
09.45: Møta har, sum vit endaðu í gjár
10.00: 7. kapittul: At finna Mirabel
10.50: Steðgur – vatn og frukt/millummáli
11.00: 8. kapittul: At byggja Casita og familjuna uppaftur
11.50: Matarsteðgur – luttakarar fáa mat á Tórsvølli
12.10: Krea-løta
12.50: Vit vísa Encanto í Trinstovu
14.30: Liðugt og takk fyri hesaferð