Við einum teprum 1-0 sigri á útivølli ímóti KÍ, hevur HB fyribils sett seg á oddasessin í MeistaraDeildini hjá kvinnum

——————

Toppdystur millum KÍ og HB var á skránni, tá fult umfar í MeistaraDeildini hjá kvinnum varð spælt fríggjakvøldið.

Men áðrenn Petur Reinert floytaði í gongd á Djúpumýru í Klaksvík, bleiv Brá Zakariasardóttir úr HB heiðrað sum besti spælari í mai mánað.

Tað var pápi Brá, Zakarias Bech, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaði dótturini eitt gávubræv frá Atlantic Airways, og eitt heiðurstekin frá FSF.

Harafturat fóru Brá og hinar í HB eisini til húsa aftur við øllum stigunum. Úrslitið gjørdist 1-0 til HB, við máli sum Lea Lisberg skoraði tá góðir tjúgu minuttir vóru eftir at spæla.

KÍ trýsti seinastu løtuna fyri at javna, og í tveimum førum raktu tær stongina. Men HB reið stormin av, og hevur nú lagt sjógv ímillum seg og KÍ á øðrum plássi.

Meðan tað sær út til, at tað vera HB og KÍ, ið fara at dystast um oddasessin, heldur Víkingur rimmar fast um triðja plássið í landskappingini. Fríggjakvøldið var Víkingur á vitjan á Dungasandi í Sørvági har 07 Vestur tók ímóti.

Úrslitið gjørdist 4-0 til Víking. Málskjúttarnir vóru Sára Vang Justinussen, Mona Rasmusdóttir, Jonnhild á Sondum og Tóra við Gil.

Triðji dysturin var í Gundadali í Havn, har B36 tók ímóti Skála. Úrslitið gjørdist 1-0 til B36 við máli sum Livyan Borges skoraði tá ein hálvur tími var spældur.

HB er fremst við 28 stigum fyri tíggju dystir, meðan KÍ er á øðrum plássi við 22 stigum fyri níggju dystir. Víkingur er nummar trý við 18 stigum.

Næsta umfar í MeistaraDeildini hjá kvinnum verður mikukvøldið 17. juni. Klokkan 19:00 byrja dystirnir millum HB og 07 Vestur, og Skála og KÍ, og klokkan 20:00 byrjar dysturin millum Víking og NSÍ.

Stigatalvan og leikskráin sæst her: MeistaraDeildin kvinnur (grundspæl)