Nú enn eitt umfar av Disney Playmakers er farið afturum, nærkast samanlagda talið av luttakandi gentum 300, og skoðsmálini frá foreldrum eru avbera góð 


Átakið hevur nú verið í gongd í fýra umførum, og tilsamans hava knapt 300 gentur luttikið kring alt landið. Eftir hvørt umfar hava foreldur havt møguleika fyri at svara eftirmetingarskjali, og hesum møguleikanum hevur gott og væl helvtin tikið av. Og úrslitini geva átakinum sera góð skoðsmál.  

– Við Playmakers hava vit fingið ein heilt nýggjan máta at geva gentum eina góða byrjan upp á fótbólt, og afturmeldingarnar fortelja okkum sera greitt, at átakið riggar, sigur Maria Ziskason, sum samskipar átakið í FSF.  

Fyri júst farna umfar hava foreldur givið átakinum 4,8 stjørnur av fimm møguligum, og verða skoðsmálini fyri øll umførini løgd saman, so geva foreldrini Playmakers 4,7 stjørnur av fimm møguligum. Umframt eina heildarmeting av nøgdseminum, so hava eftirmetingarnar eisini givið innlit í, júst hvat foreldrini leggja dent á.  

– Vit síggja eitt greitt mynstur í afturmeldingunum, har foreldur viðmerkja, hvussu átakið hevur styrkt sjálvsálitið hjá gentunum og sum heild kveikt hugin til rørslu og bóltspøl. Tað fortelur okkum, at átakið riggar eftir ætlan, greiðir Maria frá. 

Playmakers venjingarnar eru sniðgivnar til  óroyndar gentur og venjararnir leggja stóran dent á rørsluførleikar, lívsførleikar og grundleggjandi bóltførleikar. Átakið hóskar tí sera væl sum eitt fyrsta fótbóltstilboð, har genturnar fáa gleði og hug til meira eftirfylgjandi. 

Næsta stig: Playmakers í summarfrítíðini 

Sum nakað nýtt verður átakið nú víðkað til eisini at fevna um eitt summartilboð til óroyndar gentur í árgangi 2017/2018. Summarfótbólturin hjá FSF fevnir um ymisk fjølbroytt fótbóltstilboð í summarfrítíðini, og her fáa gentur í 7-8 árs aldrinum møguleika fyri at royna eitt øðrvísi tilboð við stuttligum venjingum, góðum søgum og kreativum løtum á Tórsvølli í døgunum 3.-5. august. Nærri kunning um hetta og onnur summartilboð verður lýst í nærmastu framtíð.