HM undankapping: Føroyar – Grikkaland 2-3

Aftaná dystin móti Grikkalandi varð føroyski liðskiparin, ið eisini skoraði annað av málunum hjá Føroyum, Ásla Johannessen kosin til dagsins spælara.

– Innsatsurin var góður, og eg haldi at vit høvdu betur uppiborið, segði Ásla Johannessen millum annað í samrøðu við FSF varpið eftir dystin.

Næsti dystur hjá kvinnulandsliðnum er leygardagin klokkan 17:00, tá Georgia kemur á vitjan á Tórsvølli.