14. og 18. apríl spælir føroyska landsliðið við kvinnum HM undankappingardystir ímóti Grikkalandi og Georgia, og nú ber til at keypa atgongumerkir á fsf.fo
——————
Um eina viku skal kvinnulandsliðið aftur á vøllin, tá Grikkaland kemur á vitjan á Tórsvølli og leygardagin 18. apríl er mótstøðuliðið Georgia. Báðir dystirnir eru kl. 17:00.
Grikkaland er væl hægri enn Føroyar á FIFA styrkilistanum, men føroysku kvinnurnar góðu teimum skarpan gang í útidystinum í mars mánaði. Georgia er lægri styrkismett enn Føroyar, og tí kunnu vit vænta tveir spennandi dystir á Tórsvølli.
Kom og stuðla okkara kvinnum. Atgongumerki kosta bert 100,- kr fyri vaksin og børn (0-17 ár) sleppa ókeypis til dyst. Keyp atgongumerki til dystirnar her: https://www.fsf.fo/nethandil/




