Fýra mánaðir kann vera lang tíð at bíða. Men ein myrkur og kaldur vetur er umsíðir komin at enda – í dag fer MeistaraDeildin 2026 hjá monnum av bakkastokki

——————

Eftir ætlan skuldi landskappingin hjá monnum – sum nú eitur MeistaraDeildin – verði sparkað í gongd inni í Vika á Argjum í gjárkvøldið.

Men veðrið má sær sjálvum ráða – enn einaferð – og soleiðis bleiv eisini í gjár, tá AB skuldi taka ímóti B68.

Veðurforsøgnin sá ikki tespilig út – boðað varð frá vindi og regni – og kappingardeildin hjá FSF valdi tí at binda um heilan fingur og útseta ársins fyrsta landskappingardyst til í dag, leygardagin 7. mars klokkan 16:45.

Orsøkin til, at dysturin verður spældur lutfalsliga tíðliga ein leygardag, kemst av, at kvinnulandsliðið spælir HM undankappingardyst í Grikkalandi klokkan 18:30. Tann dysturin sæst á KvF2 hjá Kringvarpi Føroya.

MeistaraDeildin menn, 1. umfar
AB – B68 (leyg. 16:45)
07 Vestur – KÍ (15:00)
B36 – EB/Streymur (15:00)
NSÍ – Víkingur (15:00)
Skála – HB (17:15)

1. deild menn
Í næstbestu deildini hjá monnum verður eisini lagt frá landi hetta vikuskiftið. Fýra dystir eru á skránni í dag, leygardagin 7. mars, meðan fimti dysturin verður spældur í morgin.

1. deild menn, 1. umfar
ÍF – HB (13:00)
FC Hoyvík – Víkingur (14:00)
TB – NSÍ (15:00)
B71 – FC Suðuroy (15:00)
B36 – EB/Streymur (sun. 17:30)