Ársins fyrsti dystur í MeistaraDeildini hjá monnum, sum er millum AB og B68, er fluttur til leygardagin 7. mars klokkan 16:45

——————

Eftir ætlan skuldi MeistaraDeildin 2026 verið sparkað í gongd í annaðkvøld, fríggjakvøldið 6. mars klokkan 18:30.

Men orsaka av keðiligari verðurforsøgn, hevur kappingardeildin hjá Fótbóltssambandi Føroya avgjørt, at dysturin millum AB og B68, sum skuldi vera Inni í Vika á Argjum í annaðkvøld, verður fluttur til leygardagin 7. mars klokkan 16:45.

Hinir fýra dystirnir í fyrsta umfari verða sum upprunaliga ætlað spældir sunnudagin 8. mars. Í Sørvági fær 07 Vestur vitjan av KÍ, NSÍ og Víkingur møtast í Runavík, B36 og EB/Streymur spæla í Havn, og á Skála fáa skálamenn vitjan av HB.

Allir dystirnir, uttan dysturin undir Mýruhjalla á Skála, byrja klokkan 15:00. Á Skála verður fyrsta bríksl klokkan 17:15.