Frá og við kappingarárinum 2026 verða broytingar gjørdar í grein 8, stk. 2 í kappingarreglunum fyri fótbólt. Talan er um greinina, ið sigur, hvussu nógvir, hvøjir og nær spælarar kunnu skifta ímillum hægri og lægri deild
——————
Eitt nýtt og spennandi kappingarár fer av bakkastokki í næstum. Fríggjakvøldið – um veðrið loyvir tí – verður MeistaraDeildin 2026 hjá monnum sparkað í gongd, tá AB og B68 hittast inni í Vika á Argjum.
Men til komandi kappingarár eru ymsar broytingar framdar í kappingarreglunum fyri fótbólt.
Millum annað grein 8, stk. 2, ið sigur, hvussu nógvir, hvørjir og nær spælarar kunnu skifta ímillum hægri og lægri deild. Hendan broyting kemur í gildi frá og við kappingarárinum 2026.
Higartil hevur tað verið soleiðis, at allur bonkurin í hægri deild kundi spæla í lægri deild sama leikdag. Harumframt kundu allir spælarar undir 21 ár (fylla 21 ár í kappingarárinum ella eru yngri) spæla við báðum deildum sama leikdag, óansæð um teir byrjaðu inni ella vóru eykaleikarar.
Hvat er so galdandi nú?
Í høvuðsheitum verða hesar broytingar framdar:
– Í mesta lagi tríggir (3) eykaleikarar, sum eru fyltir 21 ár áðrenn 1. januar, kunnu flyta niður í lægri deild at spæla.
– Tað hevur ongan týdning, um eykaleikarin kemur inn á vøllin ella ikki.
– Leikarar undir 21 ár eru ikki fevndir av avmarkingini.
– Um fleiri enn tríggir (3) leikarar, sum ikki koma undir serregluna fyri leikarar undir 21 ár, flyta niður í lægri deild at spæla, verður tað mett sum nýtsla av ólógligum leikarum sambært kappingarreglunum.
Nærri útgreining av grein 8, stk. 2 sæst H E R




