U17 landsliðið við dreingjum leggur í hesum døgum alla orku í fyrireikingarnar til UEFA menningarkappingina, sum verður í Føroyum frá 27. februar til 4. mars
——————
Tríggjar spennandi uppgávur eru á skránni, tá U17 landsliðið við dreingjum í næstum fer at taka lut í UEFA menningarkapping, sum hesaferð verður spæld á graslíkinum á Tórsvølli.
Luttakandi londini vera Føroyar, Estland, Bosnia Hersigovina og Ísland.
Fyrsta umfar er á skránni fríggjadagin 27. februar, annað umfar verður sunnudagin 1. mars, og triðja og síðsta umfar í kappingini verður spælt mikudagin 4. mars.
Ein av álitismonnunum á føroyska liðnum er Rósing Sverrason Toyt úr Víkingi. Áðrenn venjingina mánakvøldið fekk FSF varpið á liðskiparan.
Dystaskráin
27. feb. Estland – Føroyar (kl. 14:00)
27. feb. Ísland – Bosnia H. (kl. 17:00)
1. mars Estland – Ísland (kl. 12:15)
1. mars Føroyar – Bosnia H. (kl. 15:00)
4. mars Bosnia H. – Ísland (kl. 11:00)
4. mars Føroyar – Ísland (kl. 15:00)
Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo. Kostnaðurin er 50 krónur fyri vaksin, meðan børn og ung (0-17 ár) hava ókeypis atgongd. Tó verður heitt á børn og ung um at fara á nethandilin og har skráseta seg fyri einum atgongumerki.




