Hósdagin verður lutakastið til komandi UEFA Nations League kapping hjá monnum. Dystirnir verða spældir mánaðarskifti septembur-oktobur og í novembur
——————
Petur Knudsen, ið hevur spælt 26 A-landsdystir og skorað tvey mál fyri Føroyar, hevur ynskilistan kláran undan lutakastinum til UEFA Nations League, sum verður í Brússel komandi hósdag.
– Vit sammeta okkum ofta við Ísland, so tað hevði verið stuttligt at møtt teimum, og tað er eisini ein stutt ferð. Eisini kundi eg hugsað mær at møtt Bulgaria, sum vit ongantíð hava spælt ímóti áður, og so hevði San Marino eisini verið eitt spennandi mótstøðulið, sum vit helst skuldu fingið 6 stig ímóti.
Tað sigur Petur Knudsen, tá hann skal velja sín ynskibólk til komandi UEFA Nations League kapping hjá monnum.
Hinvegin, so vil Petur Knudsen ógvuliga fegin sleppa undan Albania, Slovakia og Moldova.
– Albanar eru krútsterkir – serliga á heimavølli – og tað er langt at ferðast. Slovakar hava eisini eitt gott lið – nummar 44 á FIFA listanum – so teimum vil eg fegin sleppa undan, og úr niðasta styrkisbólki vil eg sleppa undan Moldova. Teimum hava vit møtt nakrar ferðir, og tað hevur altíð verið trupult.
Í UEFA Nations League eru Føroyar í deild C, styrkisbólki 3, saman við Belarus, Kýpros og Estlandi. Í styrkisbólki 1 eru Ísland, Albania, Montenegro og Kasakstan. Í styrkisbólki 2 eru Finnland, Slovakia, Bulgaria og Armenia, og í styrkisbólki 4 verða umframt Moldova og San Marino, vinnarin av play-off dystinum millum Lettland og Gibraltar, og vinnarin av play-off dystinum millum Luksemborg og Malta.
Føroyar skulu í bólk saman við einum landi úr styrkisbólkunum 1, 2 og 4.
Dystirnir í UEFA Nations League 2026–2027 verða spældir í heyst. Fýra dystir eru á skránni frá 24. september til 6. oktober, og tveir dystir verða spældir í tíðarskeiðinum 12. til 17. november.
Lutakastið verður hósdagin klokkan 17:00 føroyska tíð, og kann síggjast beinleiðis á heimasíðuni hjá UEFA.



