Nú fer eitt nýtt umfar av Disney Playmakers at byrja kring landið, og hesaferð er tað við nýggjari søgu


Eftir nøkur sera væleydnaði umfør við Frozen2, fara venjingarnar hesaferð at taka útgangsstøði í søgugongdini úr ENCANTO. Í Encanto hitta vit Mirabel Madrigal og familju hennara, sum búgva í gandakenda húsinum Casita í Encanto, Kolumbia. Venjingarnar í Playmakers taka útgangsstøðu í søgugongdini, har Mirabel stríðist við at finna sítt pláss í familjuni, tí hon at síggja til er tann einasta, sum ikki hevur gandaevnir.

Playmakers umfarið verður hesaferð boðið út í seks ymiskum støðum og málbólkurin er gentur, sum eru føddar í 2019 og 2020. Átakið vendir sær serliga til gentur, sum ikki frammanundan hava royndir við fótbólti, og í venjingunum leggja vit serligan dent á stuttleika, søguforteljing og menning av rørslu-, bólt- og lívsførleikum.

Venjingarnar byrja í viku 7 og koyra so í átta vikur fram. Tilmelding fer fram her, og luttøkugjaldið er 200kr fyri átta venjingar.

Yvirlit yvir venjingartíðir:
Í Sundalagnum (í samstarvi við EB/Streym): sunnumorgun kl. 10 innandura við Margáir
Í Trongisvági (í samstarvi við TB): týsdagar kl. 15 í høllini í Trongisvági
Á Sandi (í samstarvi við B71): mikudagar kl. 16 í høllini inni í Dal
í Klaksvík (í samstarvi við KÍ): mikudagar kl. 16.30 í fimleikahøllini á Skúlatrøð
við Gøtugjógv (í samstarvi við Víking): mikudagar kl. 17 í fimleikahøllini við Gøtugjógv
á Argjum (í samstarvi við AB): hósdagar kl. 18 í fimleikahøllini í Gulaskúla