Góðu úrslitini hjá manslandsliðnum síggjast aftur á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA. Føroyar eru nú nummar 125 av teimum 211 londunum, sum eru limir í altjóða fótbóltssamgonguni


Fyribils fer 2025 í søgubøkurnar sum besta árið nakrantíð hjá føroyska A-landsliðnum við monnum.

Tilsamans tíggju dystir – átta HM undankappingardystir og tveir venjingardystir – vóru á skránni í ár, og av teimum endaðu fimm dystir við føroyskum sigri. Serliga stórsigurin á Montenegro, og flotti sigurin á Kekkia verða seint gloymdir.

Í undankappingini til HM 2026 fingu Føroyar 12 stig, og er tað hægsta stigatal, ið føroyska manslandsliðið hevur fingið, síðani Føroyar í 1990 fóru at taka lut í EM- og HM-undankappingum.

Stigini komu í hús við sigrum ímóti Gibraltar, Montenegro og Kekkia, sum á nýggjasta listanum hjá FIFA eru ávikavist nummar 202, 83 og 44.

Í fyrra venjingardystinum í ár, sum varð spældur í juni, taptu Føroyar 1-0 á útivølli móti Georgia, meðan Petur Knudsen syrgdi fyri, at Føroyar vunnu 1-0 í seinna venjingardystinum, sum var ímóti Kasakstan. Á nýggjasta listanum hjá FIFA er Georgia nummar 73, og Kasakstan nummar 115.

Spania toppar listan, nummar tvey er Argentina, og á triðja plássi finna vit Frankaríki. England er nummar fýra og Brasil nummar fimm. Krostia, sum Føroyar vóru í bólki saman við í farnu HM undankapping, er í løtuni nummar 10 í heiminum.

Allur listin sæst HER (FIFA.com)