Geza Dávid Turi legði Føroyar á odda tá eitt stórt korter var spælt, og eina løtu vóru vit á play-off plássinum í bólkinum. Men tá avtornaði vann Kroatia ein uppibornan 3-1 sigur á Føroyum
HM dreymurin livdi til tað síðsta. Men kroatar vildu tað øðrvísi, og so er alt, ið bendir á, at Føroyar enda nummar trý í bólkinum í undankappingini til HM 2026, meðan Kroatia við sigrinum fríggjakvøldið endaliga staðfesti sína luttøku í HM endaspælinum komandi summar.
Tað vóru annars okkara menn, ið kom betri frá byrjan á HNK Stadion í Rijeka. Spældir vóru sekstan minuttir, tá Geza Dávid Turi legði Føroyar á odda. Hesa løtuna vóru Føroyar nummar tvey í bólkinum við 15 stigum, og dreymurin um eitt play-off pláss var í eygsjón.
Men tað gingu góðir sjey minuttir, so stóð á jøvnum 1-1, og í seinna hálvleiki fingu kroatar tvey mál afturat, og vunnu til endans 3-1 á Føroyum.
Í hinum dystinum í bólkinum, sum var spældur samstundis, vann Montenegro 2-1 á útivølli móti Gibraltar.
Mánadagin er síðsta umfar á skránni. Kekkia fær vitjan av Gibraltar, meðan Kroatia vitjar í Montanegro.
Og hóast eitt umfar er aftir at spæla er greitt, at Kroatia vinnur bólkin, Kekkia verður nummar tvey, og alt bendir á, at Føroyar enda á triðja plássi. Montenegro hevur møguleika at fáa Føroyar aftur á stigatalvuni, men so skulu teir vinna við tíggju málum á Kroatia. Gibraltar er aftast í bólkinum við ongum stigi.
Myndir: Hans Erik Danielsen



