FSF hevur fingið avtalu í lagi ungverska fótbóltssambandið, at U21 landsliðið spælir venjingardyst móti Ungarn hósdagin 13. novembur
Fyri fyrstu ferð síðani Føroyar fóru undir U21 landsliðsvirksemi, er tað eydnast FSF at fáa ein venjingardyst í lag ímóti øðrum landi.
Fótbóltssamband Føroya hevur nevniliga gjørt avtalu við Ungarn, at Ungarn og Føroyar møtast í venjingardysti fríggjadagin 13. novembur. Dysturin verður spældur á Új Hidegkuti Nándor Stadium í ungverska høvuðsstaðnum, Budapest.
Venjingardysturin móti ungarum er samstundis góð fyrireiking til EM undankappingardystin á útivølli móti Frankaríki, sum er á skránni fýra dagar seinni.
Hvussu føroyski U21 hópurin til dystirnar í novembur fer at síggja út, verður kunngjørt á tíðindafundi á Tórsvølli komandi mánadag.



