Nógv børn og ung nýttu møguleikan at heilsa upp á landsliðsspælararnar, sum seinnapartin leygardagin skrivaðu autografar á Torginum í SMS
A-landsliðið við monnum leggur í løtuni síðstu hond á fyrireikingarnar til HM undankappingardystin ímóti Kekkia, sum verður á Tórsvølli sunnudagin klokkan 17:00.
Hópurin hevði sína seinastu venjing seinnapartin leygardagin, og aftaná varð farið í SMS, har landsliðsspælararnir skrivaðu autografar.
Og tað vóru nógv børn og ung, ið nýttu møguleikan, har tey eisini kundu tippa úrslitið av dystinum móti kekkum. Øll, ið gita rætt, eru við í lutakastinum um ein dystarbólt.
Atgongumerki til landsdystin millum Føroyar og Kekkia fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.
Myndir: Hans Erik Danielsen