Føroyar vóru greitt omaná, og vunnu ein sannførandi sigur á Montenegro hóskvøldið. Málini gjørdu Meinhard Olsen, Árni Frederiksberg og Hanus Sørensen, ið skoraði tvær ferðir


Hóast eitt sindur illfýsið veður, so fingu teir gott 2.100 áskoðararnir á Tórsvølli hóskvøldið nógv at fegnast um eftir HM undankappingardystin millum Føroyar og Montenegro.

Í regninum fingu gestirnir ikki eitt bein til jørðini, og blivu sum fráleið skolaðir av vøllinum. Úrslitið gjørdist 4-0 til Føroyar, sum var á odda við tveimum í steðginum.

Tá eitt gott korter var spælt skoraði Hanus Sørensen til 1-0, og áðrenn hálvleik økti Meinhard Olsen um føroysku leiðsluna.

Í seinna hálvleiki var gongdin hin sama. Okkara menn sótu á øllum, og fult í tráð við spælið á vøllinum gjørdist talan um ein knúsandi heimasigur.

Tíggju minuttir eftir steðgin var Hanus Sørensen aftur upp á spæl og gjørdi tað til 3-0 til Føroyar, og í 72. minutti setti Árni Frederiksberg endaligt punktum tá hann úr ellivu metrum setti brotsspark trygt í netið.

Sigurin var í allar mátar fult uppiborin, og kundi – um væl vildi til – verið væl størri. Stórar partar av dystinum brendi á framman fyri málinum hjá Montenegro, og ta einu ferðina rakti Petur Knudsen stongina.

Í hinum dystinum í bólkinum spældu Kekkia og Kroatia málleysan javnleik.

Eftir seks umfør hava Kroatia og Kekkia 13 stig í part, Føroyar eru á 3. plássi við 9 stigum, Montenegro hevur 6 stig, og aftast er Gibraltar við ongum stigi.

Sunnudagin spæla Føroyar aftur, tá Kekkia kemur á vitjan á Tórsvølli. Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.

Myndir: Jóhanna Thomsen og Hans Erik Danielsen