Við máli frá Martini Agnarsson miðskeiðis í seinna hálvleiki vunnu Føroyar mánakvøldið 1-0 á útivølli ímóti Gibraltar
Eyðun Klakstein og hansara menn gjørdu sína skyldu á Iberisku hálvoynni, tá ið tað mánakvøldið eydnaðist Føroyum at vinna 1-0 á útivølli ímóti Gibraltar.
Einsamalla málið á Europa Point Stadion skoraði Martin Agnarsson miðskeiðis í seinna hálvleiki. Brandur Olsen royndi seg við skoti, sum málverjin hálvbjargaði, og so stóð Martin klárur at seta bóltin í netið.
Sum heild var føroyska liðið betri, og sigurin var tískil ongantíð í vanda.
Í hinum dystinum í okkara bólki vann Kroatia 4-0 á heimavølli móti Montenegro.
Kroatia og Kekkia eru fremst í bólkinum við 12 stigum í part. Føroyar og Montenegro hava 6 stig – Føroyar hava tó betri málmun – meðan Gibraltar er aftast við ongum stigi.
Um ein góðan mánað skal manslandsliðið á vøllin aftur. Tann 9. oktobur spæla Føroyar og Montenegro á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 12. oktobur, kemur Kekkia á vitjan.
Myndir: Hans Erik Danielsen